Prísirnir eru við MVG og linjugjaldi. Íbindingin kostar 300 kr og krevur eitt portur í routara tínum.
Trýst her fyri at síggja uttanlandsprísirnar, ið eru galdandi fyri haldið Føroyar, og tá tosað hevur verið í meira enn teir 20 tímarnar á høldunum Norðurlond og Verðin.
Um okkum
Trevjar er vørumerki og breiðbandsverkætlan hjá Glotti Fa. v/Búgva Matras Kristiansen. Glotti er almennur fjarskiftisveitari, hevur heimstað í Fuglafirði og byrjaði í 2009 at leggja ljósleiðara.
Í 2014 byrjaði Nótin at bjóða breiðband í Fuglafirði og á Kambsdali, bæði tráðleyst og gjøgnum ljósleiðaran hjá Glotta. Sambandið til Fuglafjarðar gekk yvir Støðlafjall og var sera viðbreki einsamalt.
Síðani 2019 hevur Glotti havt ætlan um at fáa eina sterkari og meira støðuga breiðbandsloysn enn Nótina
Á heysti 2019 settu vit fyrstu støðina upp í Norðragøtu, og síðani tá hava vit bygt fýra aðrar støðir - í Neshaga, á Høganesi, á Gøtueiði og í Rossagerði í Fuglafirði. Hesar støðirnar gera sambandið munandi tryggari.
1. januar 2021 bleiv avtala gjørd við Nótina um yvirtøku av øllum breiðbandskundunum í Eysturoynni, og í apríl sama ár bleiv seinasti kundin endaliga yvirtikin.
Trevjar leigar internetkapasitet frá Nema og veitir breiðbandið gjøgnum coax-linjurnar hjá antennufelagnum í Æðuvík, tráðleyst á Høganesi, í Fuglafirði, á Kambsdali og í Norðragøtu, og gjøgnum ljósleiðara í Fuglafirði.
Samband
Tú kanst seta teg í samband við okkum á telefon 220627 ella á trevjar@trevjar.fo